.... ætlar tú tær á Miðnám á Kambsdali ?
25.01.2019

Mikukvøldið 6. februar frá 18 til 21 lata vit dyrnar upp á víðan vegg í Miðnám á Kambsdali. Tá kannst tú hoyra um útbúgvingarnar sum vit hava at bjóða. Hoyr um musikkskúlamiðnám, ítróttarmiðnám, Ungt virki, FabLab, norðuratlantiska studentaflokkin, skúlakór v.m.
Eisini verður høvið at hitta næmingar, lærarar, lestrarvegleiðarar og orðblindalærarar.

Skráin fyri kvøldið:
Kl. 18:00 Dyrnar lata upp og kunningarbásar og serstovur opna
Kl. 19:00 – 20:00 Framløgur / samrøður í Auluni
Kl. 20:00 – 21:00 Kunningarbásar og serstovur

Ætlar tú tær á miðnám, so eigur tú at leggja leiðina inn á Kambsdal 6. februar millum 18 og 21.

Øll eru hjartaliga vælkomin.