LEYVUKONGURIN í Mentanarhúsinum
18.03.2025

Aftur í ár er e-Nám Sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla fegin um at kunna bjóða til ein stóran og spennandi leik. Í vikunum undan páskafrítíðini sýnir breytin fram ”LEYVUKONGURIN” í Mentanarhúsinum.

Sangleikurin er hóskandi fyri øll – bæði stór og smá – hann tekur umleið 2 tímar og er bygdur á Disneyteknifilmin frá 1994. LEYVUKONGURIN hevur alt tað, ein stórur og góður leikur skal hava: Góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og eru tað næmingarnir sjálvir, ið standa fyri øllum – eisini tekniska partinum. Tað verður haraftrat gjørt sera nógv burturúr bæði palli og leikbúnum.

Heimskendi Elton John framleiddi tónleikin til filmin/leikin, og munnu mong kennast við sera góðu og vøkru sangirnar.

Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond. Umleið 45 10.floks næmingar ganga á e-Nám Sangleikabreytini í ár. Teir eru úr Fuglafjarðar skúla, skúlanum við Streymin og Stranda skúla.


Atgongumerkir til almennu sýningarnar kunnu keypast á heimasíðuni hjá Mentanarhúsinum. KEYP ATGONGUMERKI HER!