Foreldrafelagið Heim og Skúli varar av áhugamálum hjá foreldrum og verjum í føroyska fólkaskúlanum. vitja heimasíðuna
Hvat kunnu foreldur vænta av skúlanum?
at børnini fyrst og fremst fáa holla undirvísing sambært tí, sum skúlalógin fyriskipar
at skúlin hevur lærarar við hollum kunnleika at undirvísa at lærarar møta til tíðina og eru væl fyrireikaðir
at lærarar møta børnunum á tí støði, tey eru, og haðani eggja teimum at læra at børnini verða lærd samanhald, ábyrgd og vinarlag í flokkinum
at lærarar eru fólkaligir og tosa hampuliga við næmingar og felagar
at lærarar geva foreldrunum boð, so tíðliga sum gjørligt, um børnini ikki fylgja nóg væl við í skúlanum, at foreldrini fáa at vita, um tey skulu hjálpa børnunum meira við heimaarbeiði
at foreldur fáa boð, so tíðliga sum gjørligt, um barnið órógvar ella er ov friðarligt og einsamalt
Hvat væntar skúlin av foreldrunum?
At næmingarnir:
møta rættstundis
hava etið morgunmat og eru væl hvíldir
hava gjørt heimaarbeiði
eru fólkaligir, og tosa hampuliga við lærarar og felagar ikki órógva í stovuni ella í skúlanum sum heild
hava matpakka við, tá teir eru í skúla í matarsteðginum
At foreldrini:
hjálpa børnunum við heimaarbeiði
greiða børnunum frá, at skúlin er arbeiðspláss hjá børnunum og hjá lærarunum, og at tað hevur týdning, at tey virða skúla, lærarar, felagar og øll, sum eru í skúlanum
læra børnini samanhald, ábyrgd og vinarlag
boða skúlanum frá, um serlig viðurskifti eru galdandi við einum barni (t.d. sjúka)