HANDVERKARABREYT
Handverkarabreyt

Handverkarabreytin

Dámar tær handaligt arbeiði, smíða, dreyga , silvur- og hornsmíð o.a. so skal tú velja Handverkarabreytina, sjálvandi !

Endamál:
Endamálið er at tú fært innlit í  ymiskt sløg av handverki. Tú fert at læra, hvussu tú kanst arbeiða frá hugskoti til lidna vøru.

 Hvat fara vit at gera?

Helst fer smíð at fevna um tann størsta partin av undirvísingini. Men vit fara eisini at arbeiða við silvuri og horni. 

Silvursmíð: Tú lærir at sniðgeva og evna prýðislutir úr silvuri 

Horn: Tú lærir at gera brúkslist, prýðislutir o.a. burturúr horni

Timbur: Tú lærir at arbeiða við og evna burturúr timbri

Smíðnæmingar hava í mong ár smíðað smáttur til barnagarðar, skúlar og eisini privatfólk, og er ætlanin, at breytanæmingarnir skulu gera eina ella fleiri av hesum smáttum. Smátturnar, sum eru væl umtóktar, verða í ávísan mun smíðaðar sum vanlig sethús, og læra næmingarnir tí fitt av vanligum smíðhandverki. 

Eisini fáa næmingarnir høvi til at smíða aðrar lutir.

Í arbeiðsgongdunum verður dentur lagdur á, at næmingurin arbeiðir kreativt og kann seta egnan dám á avrikið.

Vit fara eisini at vitja fakfólk innan fyri fakið.

Les myndafaldara um breytina 2020-2021 - pdf-skjal - trýst her

 

 

 

Skúlastaður: Stranda skúli

Lærari 

Petur Jákupsson

tel. 232733

T-post:  petur.jakupsson@skulin.fo

Handverkarabreyt

næmingar á handverkarabreytin hava gjørt