SANGLEIKABREYT
Sangleikabreyt

Sangleikabreytin

Sangleikabreytin ynskir at geva næmingunum eitt stuttligt, spennandi, læruríkt og ikki minst ógloymandi upplivilsi. Eitt virðiligt og øðrvísi punktum fyri eitt 10 ára skeið í fólkaskúlanum.

Ynskir tú eitt tílíkt upplivilsi, ja, so er Sangleikabreytin avgjørt fyri teg!

Øll eru vælkomin á sangleikabreytinia – tað er ikki nakað krav, at tú dugir at syngja, spæla og dansa. Tað spennandi við breytini er, at kanska finnur tú út av, at tú eigur eitt talent, sum tú als ikki var greið/greiður yvir.

  • Høvuðsendamál okkara er at skapa ein stóran og góðan sangleik við øllum tí, ið hartil hoyrir: Sang, dans, sjónleik og tónleik. Eisini er tørvur á ljóð/ljóstøkningum.
  • Við at velja hesa breytina, fært tú øðrvísi avbjóðingar í mun til vanliga skúladagin. Ivaleyst fert tú at fara um mørk, tú ikki hevur verið fyrr J  Vit arbeiða við rødd og kroppi. Dansa. Syngja. Læra at taka ábyrgd einsæris og í bólki. Fáa eitt fantastiskt samanhald.
  • Undirvísingin fevnir um 6 tímar hvørja viku – umframt nógva og intensa venjing vikurnar undan framførslunum.
  • Framførslurnar eru umleið 15-18 í tali. Millum 1.800-2.300 vitjandi til sýningarnar á hvørjum ári.

Skúlastaður: Fuglafjarðar skúli

 

Lærarar

Marjun Djurhuus

Tel. 225 543

T-post: marjun.djurhuus@skulin.fo

Bárður á Lakjuni

tel. 222 443

T-post:: bardur.a.lakjuni@skulin.fo

Sangleikabreytin