Heilsufrøðingur
Klara í Túni Jakobsen, tel. 562378 T-post: klarat@gigni.fo
Er at hitta mikudag og hósdag kl. 08 - 15 í Skúlanum við Streymin á Oyrarbakka
Allir heilsufrøðingar í Føroyum eru skipaðir undir stovninum: Gigni – heilsufrøði fyri børn & ung – ið er eitt tilboð til allar barnafamiljur.
Heilsufrøðingurin á skúlanum ger funktiónskanningar og hevur persónligar samrøður, bólkasamrøður, floksundirvísing og foreldraviðtalur.
Næmingar, foreldur og lærarar eru altíð vælkomin at spyrja seg fyri, um tey eru í iva um eitthvørt viðvíkjandi heilsu, trivnaði og menning.
Arbeitt verður eftir Løgtingslóg nr. 63 frá 17.05.05