Happing
Hvat er happing :
Happing er, tá ið ein ávísur persónur er fyri áhaldandi ágangi. Persónarnir eru ikki líka sterkir.
Persónurin, ið líður undir hesum ágangi, hevur ilt við at verja seg og er hjálparleysur mótvegis teimum, ið fremja ágangin
Vit vilja hava ein happingarfrían skúla, av tí at:
Bert í einum happingarfríum skúla ber til at trívast
Vit læra bert, tá ið vit trívast
Og tá ið vit trívast, er tað gott at vera til
Mannagongd :
Skúlin hevur eina mannagongd, tá ið trupulleikar viðvíkjandi happing skulu loysast.
Flokslærarin fær fyrstu fráboðanina. Flokslærarin tosar við teir næmingar og lærarar, sum hava við málið at gera. Leiðslan verður kunnað. Flokslærarin roynir at loysa málið. Flokslærarin og leiðslan seta seg í samband við foreldrini. Leiðslan fer, saman við avvarðandi myndugleikum, víðari við málinum.