GAMINGBREYT
Gamingbreyt

Gaming og eSport

eSportur er ein tøkniligur ítróttur og er nógv meira enn bara at “spæla við teldu”. Ert tú áhugaður í at royna telduspæl á einum meira innihaldsliga støði? So er hetta nakað fyri teg at velja sum valbreyt í eNám.

Í Gaming og eSport fara vit í dýpdina í at venja til at blíva tey bestu í einum kappingarumhvørvi. Sum vit kenna frá ørðum ítróttargreinum krevst nógv venjing, viljastyrki og úthaldni.

Undirvísingin er 6 skúlatímar um vikuna. Byrja kl 9:40 og enda kl 14:15

Gaming og eSport er mentan, søga og tíðindi. Vit fara at royna gaming sum ítriv og og vísa aðrar inntøkumøguleikar so sum stroyming og video framleiðslu. Vit gera mods (at forrita, gera ljóð, list, skriva), og ikki minst: Skapa okkum eitt jaligt umhvørvi við spildurnýggjum gamingteldum.

Næmingar sum velja breytina fáa:

1. Innlit í eSport heimin
2. Praktiska venjing.
3. Ástøði, hugtøk og orð.
4. Læra um samskifti, samstarv og strategi.
5. At læra at íðka gaming á sunnan og hóvsaman hátt.

Hvør næmingur kunnleika um og byggir førleikar innan økir sum tey kunnu brúka í ørðum sambandi, seinni í síni útbúgving ella arbeiðslívið.

Tað kann t.d vera:

  • Ástøði - Vitan og royndir innan djúpa tøknisliga gransking til eitthvørt áhugamál.
  • Motorikkur - Skjótari refleksur, førleikar at hugsa skynsamt og at taka skjótar avgerðir.
  • Samstarv - Betri samstarvsførleikar, fatan av lið dynamikki og strategiskari hugsan.
  • Samskifti - Førleikan at samskifta við onnur á virðiligan og greiðan hátt.

 

Twitch - SvS Gaming og eSport - Her verður til tíðir stroyma tá breytin er í gongd.

Myndasavn

Samrøða við Eyðstein í KvF

Samrøða við Høgna í KvF

 

Skúlastaður: Skúlin við Streymin

Lærari

Eyðstein Lützen

tel. 285 328

T-post: el0701j3@skulin.fo