ÍVERKSETANARBREYT
Íverksetanarbreyt

Íverksetarabreyt

 

Frá hugskot til produkt til inntøku

 

Hvønn er hendan breytin ætlað til?


    Breytin er til tín, sum hevur eitt (ella fleiri) gott (góð) hugskot

    Breytin er ætlað øllum teimum, sum tíma og vilja arbeiða kreativt

    Breytin er ætlað øllum teimum, sum hava hug at royna at standa á egnum beinum og skapa sær        eina inntøku í egnari fyritøku

Er nakað krav?


      Ikki annað krav er, enn eitt gott hugskot og tol og vilji til at gera tað til veruleika

Hvat læra vit á hesi breytini?


    Vit læra at arbeiða kreativt og produktivt

    Vit læra at læra av øðrum

    Vit læra at samstarva

    Vit læra at hugsa og arbeiða sjálvstøðugt og at brúka styrkirnar hjá hvør øðrum

    Vit læra at kenna okkara styrkir og veikleikar

    Vit læra roknskap og bókhald

    Vit læra at samskifta við almennar stovnar

    Vit fara at finna og luttaka í kappingum, har tað er møguligt.

Hvat fáa vit burturúr í síðsta enda?


Ikki er víst, nakað ítøkuligt verður at síggja longu fyrsta árið, men fræið verður sátt, og mon ikki onkur spíri verður at síggja, sum tíðin líður. Ikki tí, stuttligt hevði verið um onkur ítøkilig úrslit verða.

    Vónandi eina brúkbara prototypu, sum er klár at fara víðari við

    Møguliga eina avtalu við arbeiðspláss og fyritøkur um samstarv

    Skapa samband við lyklafólk í vinnuni

 

Skúlastaður: Fuglafjarðar skúli

Lærari