STYLINGBREYT
Stylingbreyt

Stylingbreyt

Er tú áhuga/ur í posering, makeup, hár, klæðir v.m. ?

Vit arbeiða við vakurleika og vælveru. Samstundis sum vit leggja dent á likamligu og kensluligu búningina sum tannáringur.
Vit vilja geva næmingunum hollan kunnleika, tá ið tað snýr seg um lívsstíl, lívsgóðsku, vakurleika, kyn og kenslur.

Vit arbeiða við:
- húðrøkt og kropsrøkt
- at leggja dag og kvøld make up + manicure
- at seta hár upp
- at geva hárvask og høvdamassagu
- at finna júst rætta klædnastílin til tín
- litlæru

Vit miðja ímóti at gera eina framførslu “eitt show” við skúlaársenda, ið fevnir um posering, makeup, hár, klæðir, tónleik og fotoshot/myndatøku.


Skúlastaður: GLASIR við Marknagilsvegin í  Tórshavn 

Lærari

Laila Carlsen

Tlf. kontór: 616 600

tpost: lac@glasir.fo

Stylingbreyt