Sangleikabreytin í eNám
06.03.2018

Aftur í ár er Sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla fegin um at kunna bjóða til ein stóran og spennandi leik.

Í døgunum 14. mars til 23. mars sýnir breytin fram sangleikin TARZAN í Mentanarhúsinum. Sangleikurin er so avgjørt fyri øll – bæði stór og smá. Leikurin er bygdur á Disneyteknifilmin frá 1999. TARZAN hevur alt tað, ein stórur og góður leikur skal hava: Góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og eru tað næmingarnir sjálvir, ið standa fyri øllum – eisini tekniska partinum.

Heimskendi Phil Collins framleiddi tónleikin, og serliga munnu mong kennast við sera vakra sangin, You’ll Be In My Heart.

Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond. Umleið 40 10.floks næmingar ganga á Sangleikabreytini í ár. Teir eru úr Fuglafjarðar skúla, Stranda skúla og Skúlanum við Streymin.

Fyrsta almenna sýningin verður mikukvøldið 14.mars.
Lýst verður, tá atgongumerkjasølan byrjar
Eisini verður skipað fyri skúlasýningum frá 15. mars. Vinarliga setið tykkum í samband við skrivstovu skúlans á tlf. 238060 ella umvegis mail á fug@skulin.fo.